Elframleiðslan fallin sløk 4 pst. higartil í ár

Framleiðslan av varandi orku táttar í 47 pst. fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár ímóti 35,4 pst. somu tíð í fjør.

Elframleiðslan í apríl fall sløk 3 pst. í mun til sama mánaða í fjør.

Og higartil í ár er framleiðslan fallin sløk 4 pst. sammett við somu tíð í fjør, vísir nýggjasta uppgerðin hjá framleiðsludeildini á SEV.

Orsøkin stavar bæði frá avleiðingunum í kjalarvørrinum av, at Fiskavirking gavst, og viknandi virksemi í samfelagnum yvirhøvur.

Fallin 3,8 pst. 

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár var samlaða elframleiðslan 91.557 megawatt (MWh) ímóti 95.141 megawattum somu mánaðir í fjør. Eitt fall upp á 3,8 pst.

Í apríl fall framleiðslan 2,8 pst - úr 21.954 MWh í apríl í fjør niður í 21.344 MWh sama mánaða í ár.

Elframleiðslan í meginøkinum er fallin 3,5 pst. higartil í ár, meðan framleiðslan í Suðuroy er fallin 6,8 pst. samanborið við somu tíð í fjør. Í apríl fall framleiðslan í meginøkinum 2,5 pst. og í Suðuroy 5,4 pst.

Varandi orkan stendur seg væl

Hinvegin er framleiðslan av varandi orku økt munandi, tað ið farið er av árinum.

Sløk 47 pst. av framleiðsluni (40,3 pst. vatn og 6,4 pst. vindur) stava frá varandi orku ímóti 35,4 pst. somu tíð í fjør. Í april stóð varandi orka fyri stívliga 45 pst. av framleiðsluni í mun til sløk 49 pst. sama mánaða í fjør


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking