Samlaða elframleiðslan í Føroyum higartil í ár er fallin 3,5 pst. samanborið við somu tíð í fjør.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá framleiðsludeildini á SEV.
Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár var samlaða elframleiðslan 113.440 MWh ímóti 117.532 MWh somu mánaðir í fjør ella ein minking upp á 3,5 pst.
41,4 pst. varandi orka
Oljuriknu verkini stóðu fyri 58,6 pst. av framleiðsluni, meðan 41,4 pst. komu frá varandi orku. 35,4 pst. frá vatni og 6 pst. frá vindi.
Somu tíð í fjør stóð varandi orka fyri 33 pst. av framleiðsluni (28 pst. frá vatni og 5 pst. frá vindi).
Elframleiðslan í Suðuroy er fallin 6,6 pst. higartil í ár í mun til somu tíð í fjør, meðan framleiðslan í meginøkinum er fallin 3,2 pst.
Framleiðslan í mai
Í maimánaða fall samlaða elframleiðslan 2,3 pst. sammett við sama mánaða í fjør: 5,7 pst. í Suðuroy og 1,9 pst. í meginøkinum.
Henda mánaðin var framleiðslan 21.882 MWh ímóti 22.391 MWh í mai í fjør. 19,2 pst. stavaðu frá varandi orku ímóti sløkum 24 pst. í mai í fjør.
Í tólv-mánaðarskeiðnum frá 1. juni í fjør til 31. mai í ár var samlaða elframleiðslan 276.231 MWh ímóti 275.974 MWh sama tíðarskeið árið fyri - ein vøkstur upp á 0,1 pst., vísir uppgerðin hjá framleiðsludeildini.