Elframleiðslan hjá SEV í ársins fyrsta mánaða fall eitt vet.
Sambært uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV fall elframleiðslan í januar 0,6% í mun til sama mánaða í fjør.
Framleiðslan í meginøkinum stóð mestsum í stað, meðan framleiðslan í Suðuroy fall 4,7%
Vatnorkan vaks
Framleiddir vóru tilsamans 25,1 GWt ímóti 25,2 GWt fyrsta mánaðin í fjør.
Framleiðslan úr varandi orku vaks við 4,5% - úr góðum 33% til sløk 38%. Av hesum stóð vatnorkan fyri 31% ímóti 26,5% í januar í fjør.