Elframleiðslan fall 2,6 pst. fyrra hálvár í ár.
Seks teir fyrstu mánaðirnar í ár var samlaða elframleiðslan 134.983 MWh í mun til 138.592 MWh somu tíð í fjør.
Tað vísir ein uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV.
Sløk 40 pst. av framleiðsluni komu frá vatni (34 pst.) og vindi (5,7 pst.). Oljuriknu verkini stóðu fyri restini.
Elframleiðslan í miðøkinum fall 2,2 pst. fyrra hálvár í ár og í Suðuroy 6,2 pst.
Vøkstur í juni
Elframleiðslan í juni var 2,3 pst. hægri enn sama mánaða í fjør - 21.544 MWh ímóti 21.059 MWh í juni í fjør.
30,5 pst. av framleiðsluni kom frá varandi orku ímóti bert 14,4 pst. í juni í fjør.
Framleiðslan vaks 3 pst. í meginøkinum í juni. Í Suðuroy var hinvegin talan um eitt fall upp á 4,1 pst. sammett við sama mánaða í fjør, vísir uppgerðin hjá framleiðsludeildini.