SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Elframleiðslan 2020

Elframleiðslan 2020

Elframleiðslan 2020

Árið var hampuliga gott vatnorkuár, men vána vindorkuár, og tað hevur skund at fáa gongd á útbyggingar við varandi orku

2020 var fyrsta árið, at orka úr fimm ymiskum varandi orkukeldum varð framleidd inn á føroyska elnetið, t.e. ávikavist úr vatni, vindi, sól, biogassi og sjóvarfallinum. Tó so, kom úrtøkan úr varandi orku bert upp á 38,7% av samlaðu elframleiðsluni.

Meðan vatnorkuframleiðslan øktist 5% í mun til 2019, minkaði vindorkuframleiðslan 10%. Laka úrtøkan úr vindorku er serliga orsakað av, at fleiri av myllunum bæði í Neshaga og í Húsahaga hava verið raktar av generatorbreki, sum krevur umfatandi umvælingar. Hesum umvælingararbeiði tekur eitt serligt generatortoymi hjá Enercon í Svøríki sær av, men arbeiðið hevur partvíst verið darvað av koronaavmarkingum.

Biogass og sól eru nýggjar orkukeldur, sum enn bert umboða 0,5% av framleiðsluni. Biogassverkið, sum kom í gongd í september, hevur roynst væl, og hetta tíðarskeiðið hevur framleiðslan umboðað omanfyri 1% av samlaðu framleiðsluni.

Sólorkuverkið í Sumba hevur verið í rakstri alt árið 2020 og hevur eisini roynst væl við framleiðslu beint oman fyri tað væntaða, góðar 170.000 kWt, svarandi til árligu elnýtsluna hjá 35 sethúsum.

Vatnorka_2013-2020.png

Framleiðslan við vatni royndist betur enn í 2019, við 108,6 GWt, í mun til 103,5 GWt í 2019, svarandi til 5% vøkstur. Tó hevur framleiðslan úr vatni sum heild hilnast eitt vet verri síðan tvey metár ár rað í 2014 og 2015.

Býtið millum orkukeldurnar var (tølini í klombrum eru 2019 tøl): Framleiðsla úr olju var 61,3% (59,6%), vatnorka 26,7% (26,8%), vindorka 11,6% (13,6%), biogass 0,3%, sólorka 0,4 promillu. Varandi orka tilsamans 38,7%.

 

Vánaligt vindorkuár í meginøkinum

Framleiðslan við vindi í meginøkinum hilnaðist illa í 2020. Trupulleikar hava verið við vindmyllunum í Neshaga og í Húsahaga. Úrtøkan í Húsahaga var 30,6 GWt, og tað er lakasta heila árið, síðan myllurnar blivu tiknar í brúk í 2014. Miðalframleiðslan árini 2015 til 2019 var 34,9 GWt.

Í Neshaga hava stórir trupulleikar staðist av generatorfeilum í trimum av fimm myllum, sum hava staðið stillar stóran part av 2020. Úrtøkan gjørdist sostatt bert 60% av miðalframleiðsluni árini 2015-2019.

Tó skal sigast, at vindorkuframleiðslan í Vestmanna hjá P/F Vindrøkt hevði eina framgongd á 8,3% í mun til 2019.

Væl nøgd við avtaluna við MEST

Enercon hevur avtalu við Mest um at røkja myllurnar í Føroyum. Hjá SEV eru vit fegin um, at tænastan er blivin betri, við tað, at skúlaði fólk altíð eru í landinum, til reiðar at traðka til, eisini tá smábrek eru á myllunum, og harumframt er tað jaligt, at grøna kósin á henda hátt hevur avleitt virksemi við sær til gagns fyri føroyskt vinnulív.

Vindorka í Suðuroy

Tað er tó at fegnast um, at vit fingu eina nýggja vindmyllulund upp og setta í rakstur í 2020. Vindmyllulundin hjá SEV í Porkeri varð sett upp og fór undir royndarkoyring í november 2020. Hon hevur roynst væl, og verður formliga yvirtikin í næstum. Orkubýtið í Suðuroynni er broytt munandi undir royndarkoyringini, og til tíðir hava oman fyri 70% av elnýtsluni hjá suðringum verið framleidd við vatnorku, vindorku og sólorku.

 

Eftirspurningurin eftir elorku setir met

Vit brúka streym sum ongantíð fyrr. Fyri fyrstu ferð er samlaða føroyska elframleiðslan farin upp um 400 GWt. Samlaða framleiðslan í 2020 var 406,8 GWt, samanborið við 386 GWt í 2019, svarandi til ein vøkstur á 5,4%.

Seinastu 20 árini er elframleiðslan nærum tvífaldað. Í 2000 kom framleiðslan upp á 213 GWt og í 2020 vórðu knappir 407 GWt framleiddir. Í 2010 var framleiðslan 280 GWt.

Tá vindorkuframleiðslan svíkur og vatnorkuframleiðslan er undir miðal, samstundis sum eftirspurningurin eftir elorku er sera stórur, er eyðsæð, at tað áliggur Sundsverkinum at framleiða orkuna, sum manglar úr varandi orkukeldum.

Sundsverkið fór í 2020 fyri fyrstu ferð upp um 200 GWt, við eini framleiðslu á 218,5 GWt, sum er 15% meira enn 2019. Vøksturin frá 2018 til 2019 var á 25%, frá 151 til 189 GWt. Hetta er ein øking á knappliga 45% á Sundi, seinastu tvey árini.

Enn eitt ár mist á grøna økinum - ætlaðu myllurnar koma ikki upp í 2021

Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV, harmast um, at ætlaðu vindmyllulundirnar hjá Magn og SEV ikki koma upp í 2021:

"Tað kann ikki sigast nóg ofta, at tað hevur skund við útbyggingum av varandi orku í meginøkinum, og tað harmar almikið, at enn eitt ár er staðfest mist á grøna økinum. Ongar vindmyllur koma upp í 2021, hóast bæði SEV og MAGN eru til reiðar at fara í gongd."

Síðan 2018, tá samlaða elframleiðslan var 352 GWt og fram til í dag, hevur vøksturin í nýtsluni verið 55 GWt, t.e. 15,6% yvir bert tvey ár.

Hetta er samstundis bert eitt vet undir væntaðu árligu elframleiðsluna úr hvørjari av teimum ætlaðu vindmyllulundunum, ávíkavist á Eiði (SEV) og í Flatnahaga í Tórshavn (Magn). Um báðar lundirnar komu upp í 2021 og fóru at framleiða í august, hevði úrtøkan fyri 2021, varliga mett, verið umleið 50 GWt.

Hetta merkir, at framleiðslan á Sundi hevði beinleiðis minkað við sama talið, tvs 50 GWt, um  lundirnar komu upp í ár. Við 2020 tølum hevði býtið millum varandi og termiska orku í 2021 verið 51% (206 GWt) varandi orka og 49% (199 GWt) termisk orka. Hetta bert fyri ½ ár við ætlaðu vindmyllunum.

"Við verandi vøkstri á 5-10% árliga, og ongum grønum útbyggingum í meginøkinum, fer lutfallið millum varandi og termiska orku framhaldandi at versna, og væntast kann enn hægri framleiðsla við olju á Sundsverkinum í 2021, upp til 225 GWt ella uml. 62% av samlaðu elorkuni", sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking