Elframleiðslan 2 pst. hægri enn í fjør

Framleiðslan í november 0,9 pst. hægri enn í sama mánaða í fjør.

Samlaða elframleiðslan í Føroyum higartil í ár hevur verið 2,1 pst. hægri enn somu tíð í fjør.

Í november var framleiðslan 0,9 pst. hægri enn í sama mánaða í fjør.

Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá framleiðsludeildini hjá SEV.

10 pst. minni frá varandi orku

Higartil í ár eru framleiddir 254,4 GWh ímóti 249,1 GWh ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Av framleiðsluni higartil í ár stavaðu 28,5 pst. frá varandi orku (24,6 vatn og 4,8 vindur) og 71,5 pst. frá olju. Somu tíð í fjør var lutfallið ávikavist 39 og 61 pst.

Framleiðslan úr vatni hevur verið útivið 10 pst. minni í ár sammett við í fjør. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at Fossáverkið í Vestmanna hevur ligið stilt vegna umfatandi umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði ein stóran part av árinum.

Í november var elframleiðslan 24 GWh ímóti 23,7 GWh í november í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 0,9 pst.

Framleiðslan vaks í meginøkinum og fall í Suðuroy

Framleiðslan í meginøkinum hevur higartil í ár verið 2,6 pst. hægri enn somu tíð í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy er fallin 1,9 pst.

Í november var framleiðslan í meginøkinum 1,3 pst. hægri enn í sama mánaða í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy minkaði 3 pst., vísir uppgerðin frá framleiðsludeildini.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking