Elframleiðslan 2,7 pst. minni enn somu tíð í fjør

35,5 pst. av framleiðsluni higartil í ár stava frá vatni og vindi ímóti 28,2 pst. átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Samlaða elframleiðslan í Føroyum higartil í ár hevur verið 2,7 pst. minni enn somu tíð í fjør.

Sambært uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV hevur framleiðslan átta teir fyrstu mánaðirnar í ár verið 177.824 MWh ímóti 182.808 MWh somu mánaðir í 2010.

Meiri varandi orka

Framleiðslan úr vatni og vindi hevur verið stívliga 7 pst. størri í ár enn í fjør - 35,5 pst. ímóti 28,2 pst. Av hesum stóð vatnorkan fyri ávikavist 30,2 og 23,3 pst.

Elframleiðslan í miðøkinum er minkað 2,4 pst. higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy er minkað 6,1 pst.

Framleiðslan í august

Elframleiðslan í august var mestsum óbroytt í mun til sama mánaða í fjør, 22.656 MWh ímóti 22.628 MWh (0,1 pst.).

Í meginøkinum var framleiðslan 0,8 pst. størri enn í august í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy var 6,4 pst. minni.

29,6 pst. av framleiðsluni í august komu frá vatni og vindi ímóti bert 13 pst. í august í fjør.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking