Samlaða elframleiðslan higartil í ár hevur verið 2,2 pst. hægri enn somu tíð í fjør.
Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár eru framleiddir 230,4 GWh ímóti 225,3 GWh somu mánaðir í fjør.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá framleiðsludeildini hjá SEV.
Elframleiðslan í meginøkinum er higartil í ár vaksin 2,7 pst. sammett við somu tíð í fjør. Hinvegin er framleiðslan í Suðuroy minkað 1,7 pst.
Grøni parturin munandi minni
Grøni parturin av framleiðsluni, ið stavar frá vatni og vindi, hevur verið 28 pst. ímóti 36,5 pst. tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Høvuðsorsøkin til minkingina uppá 8,5 pst. eru umfatandi umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði á Fossáverkinum í Vestmanna.
Í 2007 stavaðu 45 pst. av elframleiðsluni í Føroyum frá vatni og vindi. Hetta var eisini eitt serstakliga gott vind- og vatnár. Í fjør stóð grøni parturin fyri 39 pst., tá ið avtornaði.
Hvussu stóra ávirkan veðurlagið í grundini hevur á grøna partin av elframleiðsluni, er hetta dømið kanska eitt tað besta prógvið um:
Í januar 2006 regnaði av grimd, og tá komu 64,4 pst. av framleiðsluni frá vatni, 28,4 pst. frá olju og 7,2 pst. frá vindi.
Í juli 2009 var afturímóti óvanliga turt, og tá komu bert 7,6 pst. av elframleiðsluni frá vatni, heili 88 pst. frá olju og 4,4 pst. frá vindi...
Elframleiðslan í oktober
Samlaða elframleiðslan í oktober var 4,1 pst. hægri enn í sama mánaða í fjør, 24,6 GWh ímóti 23,6 GWh.
Av hesum komu sløk 37 pst. frá vatni og vindi í mun til stívliga 60 pst. í oktober í fjør. Meginøkið stóð fyri øllum framleiðsluvøkstrinum í oktober.