Elfeløgini Elforsyningen Nordvendsyssel og Elforsyningen Sydvendsyssel verða nú til Nord Energi.
Tey bæði elveitingarfeløgini, ENV og ESV, samtyktu á umboðsfundum í gjárkvøldið at virka fyri eini samanlegging, sum skal endaliga samtykkjast í vár við afturvirkandi gildi frá nýggjárinum, skrivar danskenergi.dk.
Nord Energi verður størsta elveitingarfelagið í Norðurjyllandi, og sum frálíður er málið at savna alla elveitingina í Norðurjyllandi í einum felag.
Brúkararnir eiga bæði ENV og ESV. Endamálið við samanleggingini er at minka um útreiðslurnar til gagns fyri elbrúkararnar.
ENV og ESV hava tilsamans 140 fólk í arbeiði. Samanleggingin ber í sær eina minking í talinum á arbeiðsplássum, men roknað verður við, at hetta í høvuðsheitum kann gerast við natúrligari frágongd.
Aðrar samanleggingar í umbúnað
Eisini í hinum landspørtunum í Danmark verður arbeitt við at skipa seg í eitt stórt elfelag ístaðin fyri at hava fleiri feløg í sama øki.
Í síðstu viku samtykti Verninge Transformerforening at upploysa felagið og leggja alt virksemið saman við Energi Fyn.
Samanleggingin ber í sær, at allir limirnir í VT verða lutaeigarar í Energi Fyn undir somu treytum sum hinir 165.000 lutaeigararnir í felagnum.
- Stór krøv verða í dag sett eigarum av elveitingarnetum, og tað verður truplari og truplari sum lítið felag at fylgja við og lúka hesi krøvini, sigur Per Kania, formaður í Verninge Transformerforening, sum grundgeving fyri at leggja saman við Energi Fyn.
Samanleggingin fær eftir ætlan gildi á nýggjárinum.