Elfelag rakt av umfatandi verkfalli

600-700 meðarbeiðarar hjá størsta danska elfelagnum Dong Energy farnir í verkfall vegna lønarósemju.

Danska elfelagið Dong Energy er rakt av verkfalli.

600-700 meðarbeiðarar hjá felagnum eru farnir í verkfall, skriva donsk bløð.

Talan er um meðarbeiðarar á orkuverkunum hjá Dong, sum eru limir í Dansk Metal, 3F, HK og Teknisk Landsforbund. Verkfallið hevur tó ongan týdning fyri framleiðsluna á verkunum, verður upplýst.

Nullloysn í lønarsamráðingum

Meðarbeiðararnir gjørdu í gjár av at leggja arbeiðið niður, aftaná ein fund í Dansk Industri í Keypmannahavn, har Dong Energy helt fast um eina nullloysn í lønarsamráðingunum.

Meðarbeiðararnir siga, at við núverandi upplegginum fáa teir eina reallønarafturgongd. Meðarbeiðararnir fara á fundi aftur í morgin at tosa um støðuna.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking