Elfelag gevur streym burtur

Meðan størsta danska elfelagið Dong um tvey ár ætlar at lækka elprísirnar um náttina, bjóðar lítla felagið Modstrøm longu nú ókeypis streym um náttina.

Frá midnátt til klokkan seks um morgunin fáa teir 10.000 privatu kundarnir og 12.000 vinnulívskundarnir hjá trý ára gamla danska elfelagnum Modstrøm ókeypis streym.

Felagið sigur sambært Berlingske Tidende, at talan er um eina provokatión til tess at gera politikararnar varugar við, at teir eiga at umskipa orkuavgjøldini, so el í høvuðsheitum verður bíligari um náttina. Men sjálvandi eisini fyri at fáa nýggjar kundar.

Flyta nýtsluna til um náttina

- Modstrøm vil fegin eggja kundunum at flyta elnýtsluna frá um dagin til um náttina, tá nógv meiri grønur streymur frá vindmyllum er í elnetinum. Flestu vaskimaskinur og uppvaskimaskinur hava í dag tíðarmálara, so tær kunnu vaska um náttina, sigur stjórin í felagnum Roar Seeger.

Tilboðið krevur, at kundin keypir ein automatiskan elavlesara frá Modstrøm fyri 1.500 krónur, sum í veruleikanum er eitt talgilt fototól á málaranum. Fototólið tekur myndir av tølunum á málaranum og sendir tey víðari til elfelagið, sum avroknar nýtsluna tíma fyri tíma.

Størsta danska elfelagið Dong hevur sambært blaðnum ongar aktuellar ætlanir um at veita ókeypis streym um náttina, men lovar tó um tvey ár at lækka prísirnar á el í náttartímunum. Dong fer í vár undir eina roynd við hitapumpum, har ætlanin er - við hjálp frá 170 elkundum - at testa, hvussu elnýtslan kann stýrast og hvussu nógv tað ber til at flyta til um náttina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking