Elfelag farið á húsagang

2.000 elkundar, ið hava goldið elrokningina frammanundan, eru í vanda fyri at missa 38 mió. kr. tilsamans.

Umleið 2.000 elkundar í Norðurjyllandi standa samanlagt til at missa 38 mió. kr. í frammanundan goldnum elrokningum, tí elfelagið Modstrøm A/S er farið á húsagang.

Tað skrivar Nordjyske.

Modstrøm fór undir virksemi sítt í 2008 undir slagorðinum "grønur el-veitari" og keypti og beindi m.a. fyri CO2-kvotum. Harumframt bjóðaði felagið kundunum ókeypis streym um náttina, tá hann er bíligastur har.

Standa aftast í røðini

Pengarnir, kundarnir eiga til góðar, kunnu ikki gjaldast út, fyrrenn trotabúgvið er gjørt upp. Men ivasamt er, um nakað yvirhøvur verður eftir til óhepnu brúkararnar. Teir standa nevniliga síðst í røðini at fáa sín part aftur.

Orsøkin til, at Modstrøm A/S letur aftur, er órógv á el-keypskálanum, skrivar Nordjyske.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking