Robinsonlistin er ein listi yvir persónar, ið hava biðið seg undan at fáa reklamur í postkassan, og EnergiMidt A/S hevur sostatt brotið marknaðarstýringarlógina við at senda út 16.780 brøv til persónar á listanum, skrivar Jyllands Posten.
Felagið góðtekur bótina
Brúkaraumboðsmaðurin meldaði í juni í ár EnergiMidt A/S til løgregluna fyri brot á reglurnar í marknaðarstýringarlógini, og fyritøkan hevur nú góðtikið at enda málið við at taka við eini bót upp á 200.000 kr.
- Tá ein velur at verða skrivaður á Robinsonlistan, er tað ein greið fráboðan um, at ein ikki vil hava óbidnar reklamur og tilboð frá vinnurekandi. Tí er tað umráðandi, at tey vinnurekandi virða frávalið av reklamum hjá brúkarunum, og at tað fær avleiðingar, tá reglurnar verða brotnar, sigur brúkaraumboðsmaðurin Henrik Øe.
Robinsonlistin er uppkallaður eftir Robinson Crusoe og er ætlaður húskjum, ið fegin vilja sleppa undan reklamum.
CPR-skrásetingin skrásetir og ger Robinsonlistan.