Elektronikkur avdúkar húsaeigara fyri elsvik

Á fyrsta sinni hava elektronisk data frá einum fjaravlisnum elmálara ført til dóm fyri elstuldur.

Hann kallast ein intelligentur ella gløggur elmálari.

Og málarin var eftir øllum at døma klókari enn húsaeigarin, ið royndi at snýta hann.

Ið hvussu er hevur býarrætturin í Horsens sagt fyrsta dómin, har ein intelligentur elmálari hevur ávíst, at ein brúkari hevur snýtt við streymnýtsluni, skrivar Dansk Energi.

Snýtti í tíggju vikuskifti

Intelligenti elmálarin kundi spýta data út, ið vístu, at brúkarin hevði koblað elmálaran frá í tíggju vikuskiftum frá fríggjadegi seinnapartin til sunnukvøld.

Data frá málaranum eru eisini brúkt til at rokna út, hvussu nógvan streym brúkarin má metast at hava snýtt fyri.

Elektroniska próvtilfarið var nógmikið hjá býarrættinum, sum hevur dømt kundan at gjalda fyri mettu nýtsluna í teimum vikuskiftunum, hann hevði koblað elmálaran frá. Eltjóvurin skal eisini rinda útreiðslurnar fyri teknikaravitjan og tíðina, starvsfólkini hjá elfelagnum hava brúkt til málsviðgerðina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking