Elektrikari doyði undir arbeiði í Danmark

Fekk 400 volt ígjøgnum seg, meðan hann var í ferð við at avisolera ein kaðal.

Ein 26-ára gamal elektrikari í Danmark doyði, tá hann var í ferð við at avisolera ein kaðal uttanfyri eitt røktarheim í Østbirk millum Skanderborg og Horsens.

- Undir arbeiðnum legði hann knæið niður á jørðina. Hon var vát og sostatt serliga streymleiðandi. Hann doyði á staðnum, sigur Jens Dissing á danska Arbeiðseftirlitinum við jp.dk.

Hann sigur, at streymurin var ikki sløktur, og ungi maðurin fekk tí 400 volt ígjøgnum kroppin.

- Ein hjartastartari var nærindis og ein falckbjargari, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.

Spenningurin í donsku stikkkontaktunum er í dag 230 volt, sum sambært Jens Dissing er nógmikið til at beina fyri fólkum, ið hava hjartatrupulleikar ella td. standa á einum vátum klinkugólvi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking