Elbilurin tekur dystin upp í Fraklandi

Elbilurin er franska boðið upp á, hvussu alheims veðurlagstrupulleikarnir skulu loysast.

Elbilurin er av álvara á veg fram í Fraklandi. 

Danska uttanríkisráðið heitir í hesum sambandi á danskar fyritøkur um at fylgja neyvt við gongdini í Fraklandi, skrivar danskenergi.dk.

Skal loysa alheims veðurlagstrupulleikarnar

Elbilurin er franska boðið upp á, hvussu alheims veðurlagstrupulleikarnir skulu loysast.

 

Løðistøðir skjóta upp bæði alment og privat sum avleiðing av lyftinum hjá franska statinum um at gera íløgur fyri 4 miljardir evrur í elbila-undirstøðukervið, og elbilar verða keyptir til millum annað franska postverkið. 

Teir báðir fronsku bilaframleiðararnir, Renault og Peugeot, hava í hesum sambandi tikið upp samstarv við battarífyritøkuna Bolleré og eru í ferð við at gera el- og hybridbilar í stórum stíli.

 

Fraklendingar eftirlýsa samstundis know-how, og tí skuldu eitt nú danskir operatørar og framleiðarar av bilkomponentum havt góðar møguleikar at ligið framvið, heldur danska uttanríkisráðið.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking