Bíðað hevur verið við ávísum spenningi eftir úrslitunum av, hvussu teir fyrstu veruligu elbilarnir standa seg í eini krassj-roynd.
Óhefti, felagsevropeiski trygdarstovnurin Euro NCAP hevur júst havt fyrsta elbilin, ein Mitsubishi iMiEV (sama slag, sum SEV hevur ognað sær) til tílíka testing - og hann stóð royndina.
2011 verður árið, tá elbilar av álvara koma á altjóða bilpallin. Í hesum sambandi skulu teir ígjøgnum eina krassj-roynd. Evropeiski trygdarstovnurin Euro NCAP testar í vár fyrstu elbilarnar, men longu nú hevur iMiEV, ið er tríburasystir Citroën C-Zero og Peugeot iOn, sum fyrsti elbilur verið ígjøgnum royndina.
Elbilurin stendur seg væl
Elrikni Mitsubishi-bilurin rendi á ein múr við 64 km/t, og kom lutfalsliga væl frá hesum. Samanstoyturin vísti, at trygdin kring háspenningarbattaríið er í lagi.
- Tað er gleðiligt at síggja, at elbilar eru líka tryggir sum aðrir bilar. Í ár fara elbilarnir av álvara at koma undan kavi í Danmark, so tað er týdningarmikið at vita, at ein koyrir líka trygt í elbilum, sum í øðrum nýggjum bilum við meiri vanligari útgerð, sigur biltekniski blaðstjórin á FDM Motor, Søren W. Rasmussen.
Battaríið stóð eisini royndina
Men Mitsubishi-bilurin stendur seg ikki bert væl í krassj-royndini. Eisini eina harða ákoyring aftanífrá kláraði hann væl. Hetta vísir, at verndin av battaríinum, ið situr millum teir báðar akslarnar, er sum hon skal vera. Sjálvt um motorurin verður trýstur 40 cm inn í bilin, er battaríið framvegis óskalað.
- Hóast góða úrslitið fer FDM eisini í framtíðini at halda eyguni við trygdini hjá teimum nýggju elbilunum, og longu í vár rokna vit við at kunna leggja eina størri kanning fram av trygdini hjá elbilum í samanstoytum, sigur Søren W. Rasmussen.
Herfyri gjørdi svenska Volvo sínar egnu samanstoytsroyndir við elrikna Volvo C30 Electric. Eisini tær eydnaðust væl. Sjálvt um bilurin rendi á við 64 km/t, komu elektrisku komponentarnir í bilinum púra óskalaðir frá royndini.