Eigarin av nýggja heimsmetinum í longdarkoyring er ein gulur og lilla Audi A2, sum hevur fingið bensintangan skiftan út við litiumbattarí.
Metið varð sett mánanáttina, tá tann lítli bilurin við fimm hurðum koyrdi 605 km úr München til Berlin út í eitt, uttan at verða løddur av nýggjum, skrivar AFP-tíðindastovan.
Stutt fyri klokkan átta mánamorgunin trillaði elbilurin inn í túnið frammanfyri týska búskaparmálaráðið í Berlin. Túrurin gjøgnum Týskland hevði tá tikið sjey tímar.
Og eftir øllum at døma hevði bilurin framvegis ríkiligt av orku, tá hann kom vegin fram.
- Um onkur av tykkum blaðfólkum hava hug at løða tykkara iphones, so havi eg eitt sindur av streymi eftir í battarínum, segði bilførarin Mirko Hannemann við AFP, tá hann steig úr bilinum í Berlin.
Hann hevði enntá koyrt við hitanum tendraðum í bilinum allan vegin.
Tað var orkufelagið Lekker, sum skipaði fyri metroyndini saman við battaríframleiðaranum DBM Energy og týska vinnumálaráðnum.
Hetta er longsti túrurin hjá einum elbili nakrantíð á eini einstakari løðing í ferðsluni. Japanskir granskarar hava longu fingið ein royndarelbil at koyra 1000 km á eini løðing, men tað var á eini afturlatnari akbreyt.
Vilja iki avdúka nakað
Feløgini, ið stóðu fyri metroyndini, vilja ikki upplýsa, hvussu tað hevur eydnast at fáa elbilin at koyra 605 km á eini løðing. Tó siga feløgini, at battaríini, ið veita motorinum streym, eru av slagnum litium-metalpolymer.
Orkufeløgini vilja heldur ikki siga, hvussu mong battarí eru í bilinum, men tey halda kortini uppá, at viðførisrúmið í bilinum er sum í øðrum bilum. Hetta merkir tó ikki, at onnur holrúm í bilinum ikki kunnu vera fylt við battaríum.
Júst effektiviteturin á battaríunum er ein av tøppunum, sum feløgini handan metroyndina kunnu skrúva á, til tess at fáa bilin at spara uppá streymin. Tað snýr seg millum annað um at syrgja fyri, at nakrar av einstøku battarísellunum ikki verða avløddar fyrr enn aðrar.
Hetta er ikki heilt lætt, við tað at tað ikki finnast tvey battarí, ið eru heilt eins og hava somu eginleikar, hóast framleiðararnir av øllum alvi royna at gera eins battarí.
Elbila-ivandi vísa ofta á, at elbilar ikki koyra nóg langt á einari løðing fyri at kunna gerast eitt veruligt alternativ til bilar við brennimotorum.
Elbilarnir, ið longu eru komnir á marknaðin, eru eisini langt frá at kunna koyra 600 km á einari løðing. Elbilurin hjá Nissan, Leaf, koyrir tildømis 160 km á einari løðing.