Heimsins næststørsta bilaverksmiðja, General Motors í USA, hevur sambært fleiri fjølmiðlum gjørt av at økja framleiðsluna av nýggja elbilinum hjá fyritøkuni, Chevrolet Volt.
Fráboðanin kemur frá Tom Stephens, sum er framleiðslustjóri hjá GM.
Hann avdúkar tíðindini í sambandi við, at Chrevrolet Volt týsdagin varð kosin ársins bilur í 2011 av bilablaðnum Motor Trend.
Heiðursprógvið hjá Motor Trend til Volt er tað hægsta, ein bilaframleiðari kann fáa í USA.
Darla aftaná
Amerikonsku bilaverksmiðjurnar hava darlað aftaná evropeisku og asiatisku bilaverksmiðjunum á elbilaøkinum. Tað var ikki fyrrenn fíggjarkreppan tók seg upp, at menningin av Chevrolet Volt hjá GM av álvara tók dik á seg.
Hetta var eisini eitt av krøvunum, sum Barack Obama forseti setti GM til tess at forða bilaverksmiðjuni at fara á húsagang.
GM hevði upprunaliga ætlað at framleitt 10.000 Volt-bilar í 2011 og 45.000 í 2012. Tom Stephens vil ikki siga, hvussu nógv fleiri elbilar, GM nú ætlar at framleiða.
GM hevur ikki sjálvt ment battaríið til Volt-bilin - hjartað í einum elbili. Tað ger LG Chem í Suðurkorea, og Stephens váttar, at teir hava biðið suðurkoreansku fyritøkuna um at økja framleiðsluna av battaríum.
Volt'urin kann koyra meira enn 60 kilometrar á eini battaríløðing, men bilurin er útgjørdur við einum bensinmotori, sum kann gera meira streym til battaríið og harvið leingja koyrilongdina við fleiri hundrað kilometrum.
Talan er sotatt minst líka nógv um ein hybridbil.