Elbilur atvoldin til eld umborð á DFDS-ferju

DFDS hevur fyribils sett bann fyri at løða elbilar umborð á ferjum sínum.

Ein umbygdur Nissan hevði brúk fyri streymi til battarí sítt, meðan hann stóð á dekkinum á DFDS-ferjuni Pearl of Scandinavia á veg úr Oslo til Keypmannahavnar í gjáramorgunin.

Eigarin, Søren Ekelund, manglaði ein leidning til endamálið, og hevði sambært dr.dk keypt ein forleingjaraleidning í einum handli í Norra, so hann kundi seta bilin at løða á ferðini.

Ferjan hevur bert vanligar stikkkontaktir - onga veruliga løðistøð.

Kortslutningur

Sambært teknisku myndugleikunum, ið hava kannað eldin á ferjuni, hendi ein kortslutningur í stikkinum, ið var sett til bilin, sum endaði við at seta eld á elbilin, ið er ein umbygdur Nissan Qashqai frá donsku fyritøkuni A Future EV. Ein fyritøka, ið livir av at umbyggja vanligar bilar til elbilar.

Eigarin og førarin á elbilinum, Søren Ekelund, er eisini stovnari av fyritøkuni. Hann var í Norra fyri at fáa bilin góðkendan til sølu í landinum.

Hetta var úrslitið av eldsbrunanum umborð á Pearl of Scandinavia í gjár. Mynd: Kristian Linnermann.

- Helst hevur fuktur verið í stikkinum, sum so hevur fingið tað at kortslutta, sigur Ekelund, sum kundi ynskt sær veruligar løðistøðir umborð á ferjunum í framtíðini.

Tekur fulla ábyrgd

Søren Ekelund sigur við DR.dk, at hann tekur fulla ábyrgd av, at hann setti stikkið upp og harmast um, at forleingjaraleidningurin, hann hevði við sær, helst var orsøkin til eldin.

Hendingin hevur havt við sær, at DFDS fyribils hevur sett bann fyri at løða elbilar umborð á ferjum sínum.

- Vit banna løðing av elbilum av trygdarorsøkum, til vit hava fingið eina niðurstøðu frá myndugleikunum um eldorsøkina, sigur kunningarstjórin hjá felagnum, Gert Jakobsen, við dr.dk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking