57 motorjournalistar úr 23 evropeiskum londum hava kosið Nissan Leaf sum ársins bil í Evropa í 2011
- Dómsnevndin váttar hervið, at Nissan Leaf er eitt gjøgnumbrot sum elbilur. Nissan Leaf er fyrsti elbilurin, ið kann kappast við vanligar bilar á fleiri økjum, sigur formaðurin í dómsnevndini fyri Car of the Year, Håkan Matson, sambært einum tíðindaskrivi frá Nissan.
Knáur bilur
Nissan Leaf hevur ein elmotor framman uppá 80 kW, sum gevur bilinum eina hámarksferð uppá meira enn 145 km/t.
Koyrilongdin er umleið 175 kilometrar uppá eina løðing.
– Hesin heiðurin er ikki bert ein viðurkenning av tí undangonguarbeiði, ið kemur til sjóndar í tí 100 prosent elektriska Nissan Leaf, sum er kappingarførur við vanligar bilar viðvíkjandi trygd, orku, plássviðurskiftum og koyrieginleikum. Hann endurspeglar eisini støðuna hjá Nissan sum eitt av mest framtíðarrættaðu, innovativu og spennandi bilmerkjunum, sigur stjórin í Nissan, Carlos Ghosn, sum eisini vísir á, at fyritøkan hevur tríggjar nýggjar elbilar í ermuni.
Á marknaðin í næsta mánaða
Fyrstu Nissan Leaf-bilarnir koma á marknaðin í Japan og USA í næsta mánaða. Í Evropa byrjar sølan av hesum bilunum fyrst í nýggja árinum í Portugál, Írlandi, Bretlandi og Hollandi.
Fyribils verður bilurin bert framleiddur í Japan, men nýggjar framleiðsludeildir lata upp í Evropa og USA síðst í 2012 og fyrst í 2013.
Í uppskoti til Car of the Year 2011 vóru Alfa Romeo Giulietta, Citroën C3/DS3, Dacia Duster, Ford C-Max/Grand C-Max, Opel/Vauxhall Meriva, Volvo S60/V60 og sum rosinan í pylsuendanum Nissan Leaf.
Í fjør vann Volkswagen Polo, í 2009 Opel/Vauxhall Insignia og árið fyri tað Fiat 500.