Elbilasølan í Bretlandi lítil og eingin

Sølan av elbilum í Bretlandi minkaði við ikki minni enn 90 prosentum í fjør.

Bretland fær óvæntaða mótstøðu í strembanini at halda veðurlagsniðurskurðin, landinum er álagt innan 2020.

Hóast parlamentslimir, sjónvarpsstjørnur og onnur kend fólk hava gingið á odda til tess at gera elbilar til eitt vørumerki í Bretlandi, eru nýggju tølini vánalig tíðindi fyri elbilafjepparar.

90 prosent niður

Alt árið í fjør vórðu bert 55 nýggir elbilar skrásettir í Bretlandi.

Hetta er ein afturgongd uppá ikki minni enn 90 prosent í mun til metárið 2007, tá 397 elbilar vórðu skrásettir, skrivar The Guardian sambært Teknisk Ukeblad.

Nýggju tølini frá áhugafelagnum hjá bretska motorídnaðinum koma stutt undan, at bretska stjórnin setir í verk elbila-stuðul uppá 5.000 nkr. fyri hvønn bil.

Fólk bíða

Goingreen, veitarin av mest selda elbilinum í Bretlandi, G-Wiz, heldur, at ein av orsøkunum júst kann vera fráboðaði stuðulin.

– Mong bíða helst eftir stuðlinum frá stjórnini, áðrenn tey keypa sær ein elbil, sigur dagligi leiðarin Rudi Schogger við The Guardian.

Richard Dyer í umhvørvisfelagsskapinum Friends of the Earth er vónsvikin.

Vónar framgongd

– Sølutølini eru sera skuffandi. Orsøkin kann vera fíggjarkreppan og so sannroyndin, at elbilar eru dýrari enn vanligir bilar. Men ríkisstuðulin, ið kemur í januar, fer vónandi at økja um søluna í framtíðini av elbilum, sigur Dyer.

Eisini vanligir bilar høvdu minni sølutøl í fjør. 2 miljónir nýggir bilar vórðu skrásettir í Bretlandi í 2009. Hetta er tað lægsta síðani 1995.

Men afturgongdin hjá elbilunum var átta ferðir størri.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking