Stórur áhugi er fyri elbilunum, ið SEV hevur útvegað sær - ikki bert í høvuðsstaðnum, men kring alt landið.
Seinnapartin í dag tóku mong elbilaforvitin fólk av tilboðnum um at royna teir tríggjar elbilarnar hjá SEV og nógv umrødda elrikna Tesla Roadster sportbilin, sum elfelagið hevur til láns frá Tesla í Danmark.
Hesin bilurin kom til Føroya mánadagin sum lið í væleydnaðu elbilaráðstevnuni, sum SEV og Jarðfeingi skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum í gjár, og fer av aftur landinum í annaðkvøld.
Ikki óvæntað var hann tann bilurin, ið koyrdi flestu kilometrarnar í royndarkoyringini í dag. Koyrt varð frá høvuðsskrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 og út á Norðasta Horn og aftur.
Ein javnur streymur av fólki vitjaði á SEV millum kl. 13.30 og 15.30 í dag at síggja og royna eitt nú henda elrikna Tesla Roadster sportbilin.
Til Klaksvíkar
Leygardagin verða væntandi 2 ella 3 av elbilunum hjá SEV at síggja í Klaksvík í sambandi við Torratiltakið har norðuri, og tá fáa so klaksvíkingar o.o. høvi at royna teir.
Hetta verður í sambandi við heilsutiltøkini á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið m.a. eru á skránni seinnapartin hendan dagin.
Nærri um hetta fæst at vita frá fyrireikarunum av Torradøgunum seinni í vikuni.