Elbilar týðandi leiklut í framtíðar orkuskipanini Elbilurin fær ein týðandi leiklut í framtíðar orkuskipanini.
Hetta kemur greitt fram í orkuætlanini hjá donsku stjórnini, sum skal vera grundarlag undir politisku tingingunum um eina komandi orkusemju.
- Elbilar passa sum fótur í hosu saman við orkuætlanini hjá stjórnini. Málið um meira enn 50 prosent av vindorku í 2020 ger elbilar til ein avgerandi brikk, skulu vit fáa gagn av vindmyllustreyminum, sigur Lærke Flader, stjóri í Dansk Elbil Alliance, sambært danskenergi.dk.
Útrokningar vísa, at við vindorkuætlanunum í orkuútspælinum verður avlopsstreymur í meira enn 1000 tímar um árið.
Í gongd sum skjótast
- Vit fegnast stórliga um ætlanina, sum hevur nógvar jaligar avleiðingar við sær fyri elbilar - frá avgjaldsfrítøku til eina landsumfatandi strategi. Men vit vilja í sama andadrátti mæla til, at farið verður í gongd beinanvegin. Flutningsøkið hevur alt ov leingi livið í dvala. Vit eru til reiðar - og elbilavinnan kann útvega 20.000 varandi arbeiðspláss, men tað krevur, at vit fara ígongd skjótast møguligt, sigur Lærke Flader.
- Vit fegnast um, at stjórnin í ætlan síni vísir á ein løðingarbygnað, sum er sera týdningarmikil at fáa í lag, um vit skulu hava elbilar á vegunum. Elnetfeløgini og elbilaoperatørarnir eru fús at gera íløgur og vera við til at seta løðistandarar upp, men talan er um eina fløkta uppgávu, ið krevur alment viðspæl og fígging, sigur Lærke Flader.
Dansk Elbil Alliance metir, at tørvur er á umleið 100 mió. kr. til at fáa eitt fullfíggjað løðiundirstøðukervi.