Líkt er til, at loyvi nú verður givið til á- og avskipan av vørum í gongugøtunum í Oslo. Treytin er, at vørubilurin er ein elbilur, skrivar nrk.no.
Í løtuni er vøruflutningur bert loyvdur í gongugøtunum til klokkan 11.00 fp. Men nú verður væntandi opið fyri vøruelbilum alt samdøgrið.
- Eg rokni við, at hetta fer at stimbra áhugan hjá fólki fyri elbilum - og eisini hjá vinnulívinum. Hetta er eisini tað besta fyri býarumhvørvið, sigur Berger Røsland, býráðslimur, við NRK.
Fólk og vegmyndugleiki ivasom
Norski vegmyndugleikin heldur lítið um ætlanina, tí stúrt verður fyri trygdini hjá teimum gangandi, um loyvt verður at koyra elbil í gongugøtunum.
Heldur ikki fólk, sum NRK hevur tosað við, eru jalig mótvegis ætlanunum at hava vøruflutning nær sum helst alt samdøgrið í gongugøtunum í høvuðsstaðnum. Sjálvt um vørubilurin er ein elbilur, skal ein gongugøta vera ein gongugøta.
Hesum er norski vegmyndugleikin samdur í:
- Ein gongugøta er sum ein gongubreyt - ein leið fyri gangandi. Harafturat kemur, at lítið og onki ljóð kemur frá elbilum, sum tí kunnu vera til vanda fyri tey gangandi, sigur Harald Gjeldsvik, ráðgevi hjá norska vegmyndugleikanum, við norska kringvarpið.
Kunstigt ljóð
Summir elbilar hava fingið ísett kunstigt ljóð, so onnur, ið ferðast í ferðsluni, skulu hoyra teir. Býráðið sigur, at tað er ábyrgdin hjá bilførararanum at koyra varliga.
– Tað eru teir, ið hava ábyrgdina av, at gangandi og súkklandi ikki verða órógvað, verður sagt.