Elbilar senda streym aftur á netið

Amerikonsk fyritøka ger royndir við elbili-til-elnet-tøkni í Danmark. Elbilaeigarar kunnu tjena 50.000 kr. við at lata elfeløgini brúka elbilin sum eykabattarí.

Ein lítlan svartan kassa við einum radiosendara í elbilinum og eina tvívegis løðistøð.

Meira skal ikki til, áðrenn tú kanst tjena pengar upp á at lata elfelagið brúka elbil tín sum eykabattarí.

Amerikanska Nuvve hevur ment eina tøkni, sum ger elbilar førar fyri at veita streym aftur til orkunetið, tá brúk er fyri tí. Fyritøkan ætlar at prógva, at tøknin virkar við einum royndartiltaki í Horsens, har 30 elbilar eftir ætlanini skulu veita streym aftur til elnetið.

Elfeløgini skulu brúka streym frá battaríunum á elbilunum, tá serliga stórt trýst er á elnetinum, tildømis um kvøldið, tá fólk koma heim úr arbeiði og tendra fyri komfýrinum at gera mat. Á henda hátt sleppa elfeløgini undan at geva orkuverkunum eina eyka spann av koli, skrivar ing.dk.

Viðføddi trupulleikin hjá vindmyllum

Harumframt kann tøknin hjálpa til við at loysa viðfødda trupulleikan hjá vindmyllunum, sum er, at tær bert gera streym, tá vindur er. Elfeløgini kunnu sostatt goyma avlopsvindmyllustreym í elbilunum, tá nógvur vindur er, og seinni brúka hann aftur, tá framleiðslan frá vindmyllunum fellur.

- Vit síggja stórar møguleikar í hesum, sigur Gregory Poilasne, stjóri í Nuvve, um tøknina, fyritøka hansara hevur ment.

Han væntar, at ein elbilaeigari í livitíðini hjá bilinum kann tjena umleið 50.000 krónur upp á at lata elfeløgini ráða yvir battaríi sínum. 70.000 elbilar skulu sambært stjóranum kunna nøkta eyka tørvin undir hátyngd (spíðsbelastningi).

Fyri at kunna veita streym til netið, skal hvør elbilur vera útgjørdur við einum radiosendara. Sendarin tekur ímóti einum signali frá einum servara, sum við upplýsingum frá elfeløgunum stýrir, nær elbilurin skal løða ella avløða.

Serligur løðistandari krevst

Harumframt krevur tøknin, at elbilaeigarin hevur ein serligan løðistandara til bil sín, sum bæði kann løða og avløða, og loksins skal løðiskipanin í bilinum kunna senda streymin báðar vegir.

- Skipanin krevur als onga uppstiging av elnetinum. Hon er sera smidlig og kann í høvuðsheitum koblast til øll net, sigur hann.
Royndartiltakið í Horsens varir í tvey til trý ár. Nuvve samstarvar millum annað við menningargrunnin Energi Horsens og dóttirfelagi tess, Bright Ignite.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking