Elbilar kunnu vera deyðsfellur, verða teir ikki handfarnir rætt. Tí krevja bilarnir eitt eyka skeið í trygd hjá eitt nú mekanikarum, skrivar Frederiksborg Amts Avis.
Við framgongdini hjá elbilunum á marknaðinum hevur ein tørvur á eftirútbúgving samstundis tikið seg upp. Spenningurin á battaríunum í bilunum er somikið nógvur, at hann kann krevja lív, verða tey ikki handfarin rætt.
Umvælingar kunnu hava álvarsamar avleiðingar
Tí verða mekanikarar, starvsfólk hjá Falck og aðrir fakbólkar í Danmark, ið skulu arbeiða við bilunum, í løtuni sendir á skeið. Ein av skúlunum, ið standa fyri útbúgvingini, er Teknisk Erhvervsskole Center (TEC) í Hvidovre. Har hava sambært Egon Larsen skúlastjóra higartil umleið 300 verið á trygdarskeiðnum, síðani tað byrjaði við árslok í fjør.
- Fólk hava tikið trygdarskeiðið til sín. Verkstaðirnir taka hetta í fullum álvara, sigur Egon Larsen.
Pláss er heldur ikki fyri nógvum verkstaðarskemti, tá tað kemur til trygdina við einum elbili.
- Vit eru á einum øki, sum vit ikki hava sæð áður. Verður ikki ansað eftir, kanst tú lættliga liggja eftirá, sigur Egon Larsen, ið heldur, at hetta er størsta avbjóðingin við at arbeiða við teimum nýggju bilunum.
Stúra fyri umvælingum av elbilum
Frederik Hansen er millum mekanikararnar, ið hava verið á skeiði í elbilum, sum eisini er eitt krav frá innflytaranum.
- Vit stúra eitt sindur fyri, hvat ið kann henda um nøkur ár, tá ábyrgdarbindingin er farin úr gildi, og bilarnir koma út á smáu verkstaðirnar, har ongin hevur verið á skeiði, sigur hann við Frederiksborg Amts Avis.
Umframt mekanikarar verða tildømis sløkkiliðsfólk og starvsfólk í sýningarhøllum undirvíst, tí tey eisini hava brúk fyri at vita, hvussu tey á frægasta hátt kunnu verja seg ímóti møguligum stoytum. Trygdarskeiðið verður fylgt upp av einum tríggjadaga skeiði í tekniskum førleikum, og harumframt er TEC í ferð við at leggja eitt fimmdaga skeið til rættis, sum fer longur niður í dýpdina við battarítøknini.