Danmark missir í løtuni ein hóp av arbeiðsplássum til útlandið. Men um danir satsa upp á elbilarnar, kunnu teir eftir fáum árum fáa 10.000 nýggj arbeiðspláss.
Tað vísir ein greining, sum Deloitte hevur gjørt fyri Dansk Elbil Alliance, skrivar dr.dk.
Fleiri danskar fyritøkur eru væl fyri, tá tað kemur til at veita lutir til elbilar. Sambært greiningini eru tær førar fyri at veita lutir fyri 1.000 krónur til hvønn einasta elbil, ið verður framleiddur. Og hetta fer at geva bæði pengar í kassan og nýggj arbeiðspláss, tá marknaðurin fyri elbilar av álvara fer at vaksa.
20.000 arbeiðspláss sum frálíður
Sum frálíður er møguleiki fyri 20.000 nýggjum arbeiðsplássum í Danmark, skrivar Deloitte. Men so krevst, at politikararnir raðfesta elbilarnar.
Løðistandarar skulu setast upp kring alt landið. Stuðul skal útvegast til gransking og menning, og avgjøldini skulu endurnýggjast - alt til tess at fáa elbilarnar á vegirnar og tryggja fyritøkunum góð kor.
Politikararnir eru jaligir
- Nú vóna vit, at politikararnir fara at stuðla okkum. Vit hava brúk fyri at fáa eitt skump til menningina av bilunum og til at stimbra eftirspurningin eftir bilunum, sigur Lærke Flader í Dansk Elbil Alliance.
Elbilar eru í dag frítiknir fyri skrásetingargjald fram til 2015, meðan teir sokallaðu plug-in hybridbilarnir, ið koyra bæði á el og bensini, rinda fult avgjald. Sambært Deloitte eigur øll avgjaldsskipanin at verða endurskoðað, skal danska oddaleiðslan varðveitast. Og helst skal staturin rokna við minni inntøkum frá bilskattingini.
Uppskot er í hesum sambandi frammi um at útvega pengarnar við at leggja umhvørvisavgjald á lastbilar.
Lykke Friis, veðurlagsmálaráðharri, vil tó ikki lova, at avgjøldini samanlagt verða sett niður.
- Eg kann ikki skriva út ein blankokekk. Vit skulu allatíðina vera før fyri at reka ein orkupolitikk, ið ikki slær eitt stórt hol í kassan, sigur hon.