El-útbúnaðurin verður framtíðarinnar heimahotspot

Vanligir elleidiningar í húsaveggjum kunnu brúkast sum sendarar og móttakarar av elektroniskum samskifti.

Granskarar á University of Washington hava funnið útav, hvussu koparleidningarnir í einum vanligum húsum kunnu brúkast sum ein stór antenna, ið bæði kann senda og móttaka elektroniskt samskifti.

- Tað nýskapandi í uppfinning okkara er, at vit brúka koparleidningarnar, ið longu eru í húsaveggjunum, sum antennu. Á henda hátt verður alt húsið knappliga ein risastór antenna. Hetta merkir, at tú kanst senda kunning við sera lágari orku og framvegis móttaka upplýsingar, tí antennan er allastaðni, sigur Shwetak Patel, professari frá Computer Science and Engineering, Washington University, sambært videnskab.dk.

Granskararnir hava doypt tøknina SNUPI (Sensor Nodes Utilizing Powerline Infrastructure), og longu um fá ár verður roknað við, at hon verður nóg búgvin til at verða send á marknaðin.

27 Mhz

Skipanin sendir sambært videnskab.dk við 27 Mhz, og tildømis skal ein berbar telda í mesta lagi vera millum tríggjar og fimm metrar frá einum leidningi í vegginum, fyri at skipanin virkar. Men tað var als ikki eitt heima-hotspot, granskararnir upprunaliga hugdu eftir. Harafturímóti arbeiddu teir uppá at menna eina skipan, ið kundi gera tað møguligt at brúka leidningarnar í húsinum í sambandi við uppseting av ávaringarútgerð sum tildømis vætumálarum ella eldávaringartólum.

- Í USA gerast mong børn sjúk av blámusoppi og blýeitran. Trupulleikin er, at torført er at mála tað. Tú verður noyddur at mála fleiristaðni. Við SNUP-inum kunnu vit geva teimum fýra-fimm málarar og siga fólki, hvar tey skulu seta teir upp. Á henda hátt ber til at mála fleiristaðni yvir langa tíð, sigur Shwetak Patel við videnskab.dk.

Tøk um tvey ár

Granskararnir rokna við, at útgerðin longu um tvey ár verður klár at senda á marknaðin.

University og Washington hevur beint uppfinningina í eitt spin-out-felag, ið skal hyggja nærri at handilsligu møguleikunum.

27-ára gamli Shwetak Patel er adjunktur á universitetinum og hevur longu sýnt fram innovativu eginleikar sínar. Tildømis seldi hann fyrr í ár ein elnet-ávaringardims til elektronikkfyritøkuna Belkin, sum annars er mest kend fyri at gera eykaútgerð til framleiðslurnar hjá Apple.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking