El-útbúnaðurin kannast í sambandi við húsasølur

Nýggjar reglur í Danmark, ið tryggja, at ravmagnsútbúnaðurin verður kekkaður í sambandi við húsasølur, fara at økja um trygdina, halda innleggjarar.

1. februar næsta ár kemur í gildi í Danmark krav um eleftirlit, tá eigaraskiftistrygging verður teknað í sambandi við húsasølur.

Fyriskipanin er partur av endurskoðaðu lóggávuni um húsaeftirlit, sum Fólkatingið júst hevur samtykt.

Sostatt verður tað eitt krav, at íbúðin skal kannast av einum elinnleggjara, tá eigaraskiftistrygging verður teknað. Hinvegin verða innleggingar, ið eru í ólagi, umfataðar av tryggingini.

Størri tryggleiki

- Hetta fer at geva húsaeigarunum ein annan tryggleika, at teir í framtíðini eru tryggjaðir ímóti ólógligum og vandamiklum innleggingum, sigur Christian Jarby, stjóri í teknisku deildini hjá Tekniq Installatørernes Organisation.

Ítøkiliga verður í framtíðini ein eleftirlitsfrágreiðing gjørd um elektrisku innleggingarnar í bygninginum. Stakroyndareftirlit verða gjørd av einstøku innleggingunum, eins og verndin móti eldi og stoyti, eltalvan, HFI/HPFI-releið og møguligir leysir leidningar ella kontaktir verða kekkaðar.

- Frágreiðingin fer at kunna avdúka brek ella manglar, sum kunnu vera ringir at fáa eyga á, men sum kunnu vera til vanda fyri trygdina hjá eigarunum, sigur Christian Jarby.

Fyribyrgjandi

Bæði keypari og seljari fara at kunna handla á einum meira upplýstum grundarlagi. Í dag veit seljarin ofta lítið og onki um elútbúnaðin í húsinum.

Samstundis kann økt fokus á elinnleggingarnar virka fyribyrgjandi.

- Í nógvum húsum og íbúðum lúka innleggingarnar í dag ikki galdandi krøv. Millum annað tí at nógv ikki-góðkent "ger tað sjálvur arbeiði" er gjørt gjøgnum árini, sigur siger Christian Jarby.

- Hetta verður við nýggju lógini avdúkað, tá húsasølur fara fram, og tað kann vera við til at fyribyrgja mongum skaðum, leggur hann aftrat.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking