El-prísurin á norðurlendska elkeypskálanum upp í loft

Fyri fyrstu ferð nakrantíð rakti el-prísurin prísloftið á norðurlendska elkeypskálanum í desember.

Prísloftið á norðurlendska el-keypskálanum varð rokkið í desember 2010, tá el-prísurin í Eysturdanmark á fyrsta sinni nakrantíð kom upp á 14,9 krónur fyri kilowatt-tíman. Har var hann í tveir tímar.

Orsøkin til prísmetið var kalda veðrið og avmarkingar í flutningssambondunum til útlandið, serstakliga Oyrasundssambandið til Svøríkis, skrivar Jyllands-Posten.

Miðal elprísurin var tó ikki so høgur allan desember. Miðal prísurin var harafturímóti 69,5 oyru fyri kilowatt-tíman í Eysturdanmark ella nakað tað sama sum í hinum skandinavisku umráðunum.

2 kr. fyri kilowatt-tíman samanlagt

Í vestara partinum av Danmark vóru el-prísirnir tó eitt sindur lægri enn aðrastaðni. Her var miðal el-prísurin 45 oyru fyri kilowatt-tíman í desember.

Hetta var tó ein hækking upp á 7,5 oyru fyri kilowatt-tíman í mun til november.

Marknaðarprísurin á el er bert ein partur av elrokningini hjá dønum. Meginparturin eru alment áløgd elavgjøld, flutningsgjøld til eigararnar av elleiðingunum, tvungin stuðul til framleiðslu av grønari orku sum vindorku og meirvirðisgjald.

Meðan rái elprísurin í desember lá millum 45-69,5 oyru, noyddust brúkararnir samanlagt at rinda góðar 2 kr. fyri ein kilowatt-tíma (kWh).

Roknað verður við eini hækking í elprísinum í Danmark í ár upp á millum 10 og 15 pst.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking