El-prísirnir hækka 10 oyru kWt 1. januar 2008

Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt at hækka elprísirnar 10 oyru kWt á nýggjárinum. Hetta er fyrstu ferð, elprísirnir hækka, eftir at teir hava verið fallandi og hava staðið í stað seinastu 12 árini. Orsøkin er, at SEV megnar ikki longur at halda tørn ímóti alsamt hækkandi oljuprísunum. Samstundis fer SEV at seta ferð á at útbyggja varandi orkuna

Umboðsnevndin hjá SEV samtykti einmælt á umboðsnevndarfundi í dag at hækka elprísirnar 10 oyru kWt frá 1. januar 2008, eftir at elprísirnir hava verið fallandi og hava staðið í stað seinastu 12 árini. Orsøkin er, at oljuprísirnir nú eru so høgir, at felagið klárar ikki longur at halda tørn ímóti oljuprísunum, um Elfelagið skal rekast á ábyrgdarfullan hátt. Eftir hækkingina verður elprísurin til privat á sama støði sum í 1986, og elprísurin til vinnulívið fer at liggja á umleið sama støði sum í 1999.
Stýrið skjeyt í fíggjarætlanini 2008 upp at hækka elprísirnar, og samstundis mælti stýrið til at seta ferð á at útbyggja varandi orkuna.
Elprísirnir hava staðið í stað seinastu sjey árini, hóast oljuútreiðslurnar hjá SEV eru hækkaðar úr 25,5 milliónum krónum í 1999 upp í meira enn 70 milliónir krónur í 2007. Mett verður, at oljuútreiðslurnar verða í minsta lagi 103 milliónir krónur í 2008, og samstundis benda seinastu hagtølini fyri elframleiðsluna á, at vøksturin í elsøluni er um at minka niður í einki. Hesin veruleiki hevur við sær, at stýrið mælti til at hækka elprísirnar til bæði privat og vinnu 10 oyru kWt.
Samtykt er at útseta viðlíkahaldsarbeiðir fyri millióna upphæddir, og tað ber við sær, at elpríshækkingin bert verður 10 oyru kWt. Talan er um viðlíkahaldsarbeiðir, sum skulu gerast seinni, og tá er at vóna, at oljuútreiðlsurnar eru tálmaðar, so tað slepst undan at hækka elprísirnar uppaftur meira.
Høgu oljuprísirnir skunda eisini undir at útbyggja varandi orkukeldurnar. 35 milliónir krónur eru í íløguætlanini til vatnorkuútbygging, og farið verður undir Eiði II tíðliga í 2008. Harumframt er peningur eisini settur av til vind- og alduorkuætlanir næsta ár. Vindmylluparturin hjá SEV verður lagdur í eitt sjálvstøðugt felag, soleiðis at framleiðslan úr vindorku er javnsett við onnur, tá loyvi verða boðin út. Hildið verður fram at granska alduorkuna. Í 2008 eru átta milliónir krónur settar av til royndarverkætlanina í SeWave, sum ES eisini áður hevur givið tilsøgn um at stuðla við 10,2 milliónum krónum.
Vøksturin í elnýtsluni frá 2006 til 2007 er mettur til fimm prosent, og hann er grundaður á tøl fyri fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Mett verður, at vøksturin í elnýtsluni verður einans tvey prosent frá 2007 til 2008. Elsølan í 2007 er mett til 252 milliónir kWt. Roknað verður við 278 milliónum krónum í inntøkum í 2008. Úrslitið fyri avskrivingar er mett til 48,3 milliónir krónur, og eftir avskrivingar er rakstrarúrslitið mett til -1,6 milliónir krónur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking