Hýruvognsstøðin 4x35 í Keypmannahavn tekur í apríl næsta ár 30 el-hýruvognar í brúk, og frá 2020 er ætlanin hjá støðini bert at koyra á streymi.
Better Place skal veita streymin til 20 Renault Fluence Z.E. við sínum battarískiftistøðum. Hinir bilarnir vera av slagnum Nissan Leaf, og fyritøkan Cleancharge skal veita teimum streym.
Løðistandarar
Streymurin til Leaf-bilarnar kemur ikki frá battarískiftistøðum, men ístaðin frá løðistandarum, ið verða settir upp við høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn og flogvøllin í Kastrup. Talan verður um snarløðarar, sum kunnu løða 80 prosent av battarínum eftir einum korteri. Nógmikið til at gera Nissan Leaf til ein veruligan kappingarneyta hjá vanligu dieselbilunum, heldur stjórin í Cleancharge, Nils Dullum.
- Menningin, ið farin er fram við snarløðarum seinastu árini, ger tað møguligt at fylla á elbilin á ein hátt, ið minnir um tann, vit brúka við vanligum bensinbilum. Tað er kanska ein munur upp á 10-12 minuttir, men vit eru niðri á eini tíð, sum er at liva við, sigur Nils Dullum við Ingeniøren.
Javn-og veksilstreymur
Fyribils eru tað bert teir japonsku elbilarnir, ið kunnu snarløðast við einum javnstreymsmátti upp á 125 ampere ella 50 kW. Men næsta ár verður eisini møguligt at snarløða Renault Fluence Z.E. Tøkniligi munurin er, at Renault skal løðast við veksilstreymi.
Løðistandararnir hjá Cleancharge, ella tangastøðirnar, sum teir sjálvir rópa teir, hava bæði frátøkustað til veksil- og javnstreym.