Nordenergi hevur júst sent norðurlendsku umhvørvismálaráðharrunum skriv, har staðfest verður, at el er lykilin til at lækka útlátið av CO2.
Nordenergi, sum er samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku orkuvinnufeløgunum, heitir á norðurlendsku ráðharrarnar um at taka hetta og aðrar boðskapir við, tá evropeisku umhvørvismálaráðharrarnir hittast á fundi 21. juli. Her skulu teir m.a. viðgera visjónir fyri CO2-fríum samfeløgum í 2050.
Norðurlendsku vinnufeløgini - eitt nú Dansk Energi - hava hvør sær gjørt visjónir fyri eini CO2-neutralari orkuskipan fram ímóti 2050.
Onnur átøk eisini neyðug
- Vit hava sett hesar ætlanir saman og gjørt fleiri tilmæli, sigur Charlotte Søndergren, ráðgevi hjá Dansk Energi og limur í stýrisbólkinum í Nordenergi, við danskenergi.dk.
Umframt at el er lykilin, vísir Nordenergi á, at kvotuhandilsskipanin hjá ES skal styrkjast til at vera høvuðsamboðið í fremjanini av íløgum í CO2-fátæka tøkni. Nordenergi heldur eisini ein vælvirkandi elmarknað vera neyðugan til tess at gagnnýta orkuna best møguligt. Orkueffektiviseringar eru somuleiðis týdningarmiklar fyri at røkka málinum.
- Eisini gransking og menning eru neyðug. Her mæla vit til, at ES-nevndin tekur stig til at gera eina evropeiska ætlan fyri, hvussu orkuskipanin skal mennast til at kunna taka ímóti stórum nøgdum av varandi orku, sigur Charlotte Søndergren.