El-bilur kann leasast fyri 5.500 krónur

Allar snildir verða brúktar í royndunum at fáa fólk at skifta til elbil.

Danski Peugeot-innflytarin og fyritøkan, ið hevur sum mál at fáa elbilar út til vanlig fólk, ChoosEV, hava gjørt eina samstarvsavtalu um nýggja lítla elbilin iOn hjá Peugeot.

Tá iOn kemur á marknaðin í byrjanini av 2011, fáa keypararnir møguleika at kveistra allan iva um raksturin afturum seg, skrivar Jyllands Posten.

Saman við eini leasingavtalu um Peugeot iOn, fáa kundarnir í boði at keypa eina mánaðarliga haldaraskipan, ið umfatar battarí, uppseting av intelligentum løðistandara, umbýtisbil til teir longu túrarnar, trygging og samdøgurstænastu.

5.549 krónur um mánaðin

Eitt leasingtíðarskeið í trý ár og 10.000 km um árið kostar kr. 5.549 um mánaðin íroknað meirvirðisgjald fyri leasing íroknað eitt standard haldaragjald. Herumframt er møguleiki fyri ymsum stakveitingum.

Við einum longri koyritørvi í t.d. 5 ár og 15.000 km um árið verður prísurin kr. 5.309. Vert er eisini at leggja til merkis, at tað bert kostar uml. 1/3 í orku fyri kilometurin í mun til ein bensinriknan bil. ændstoffet

Se alle >>


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking