Við byggiloyvinum frá Sumbiar kommunu er eitt av fleiri neyðugum loyvum fingið til vega. Umhvørvisárinsmeting er gjørd og send til hoyringar, og SEV hevur søkt Orkudeildina á Umhvørvisstovuni um framleiðsluloyvi. Tá hesi eru fingin til vega, verður klárt at fara undir arbeiðið at seta upp ‘sólfatur’, eisini nevnd sólpanel, upp á gamla fótbólsvøllinum á Krossinum í Sumba.
Avtala er gjørd við veitara av sólpanelum, sum ætlanin er at seta upp í Sumba. Hesi sólpanel verða mett at vera væl egnaði til viðurskiftini í Føroyum, tí umframt at framleiða streym úr beinleiðis sólarljósi, framleiða tey eisini streym úr óbeinleiðis ljósi, t.e. dagsljósi.
Tað verður tó allarhelst ikki fyrr enn komandi summar, at vit veruliga fara at síggja og kunnu siga við vissu, hvussu sólorka roynist í Føroyum. Tí tá neyðugu loyvini eru fingin til vega, skal økið gerast klárt, og panel og transformarastøð setast upp. Hetta arbeiðið verður væntandi gjørt eftir summarfrítíðina. Tvs. at farast kann undir framleiðslu í heyst, tá gongur móti myrkari tíðum.
“Vit eru sera spent at síggja, hvussu sólpanelini roynast” sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV; “bæði hvat viðvíkur sjálvari framleiðsluni, og hvussu tey hátta sær í føroyska veðurlagnum við nógvum vindi og avfalli”.
Simuleringar vísa, at øll sólorkuskipanin kann framleiða umleið 160 MWt/ár, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 32 húskjum, ið brúka 5000 kWt/ár. Hetta svarar til eina oljusparing á Vágsverkinum á umleið 35 tons.
Til verkætlanina hoyrir eisini ein mátistøð, sum mátar hita, vætur, vindferð, ætt og sólstráling. Hetta verður gjørt fyri leypandi at meta um úrtøkuna frá sólorkuskipanini.
“Sumbiar kommuna hevur líka síðan byrjanina víst stóran áhuga og verið sera lagalig at samstarva við”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.