Einans 15 pst. av elframleiðsluni í juli komu frá varandi orkukeldum

Framleiðslan í juli fall 6,5 pst. í mun til sama mánaða í fjør. Higartil í ár hevur minkingin verið góð 3 pst.

Elframleiðslan í juli var munandi minni enn í sama mánaða í fjør, og tað var parturin av varandi orku eisini.

Framleiðslan henda mánaðin fall við ikki minni enn hálvumsjeynda prosenti samanborið við juli í fjør.

Tað vísir ein uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV.

Minkaði mest í miðøkinum

Tilsamans var elframleiðslan í ársins sjeynda mánaði 20.185 MWh ímóti 21.588 MWh í juli í fjør.

Framleiðslan minkaði 6,7 pst. í miðøkinum og 4,8 pst. í Suðuroy.

15 pst. varandi orka

Bert sløk 15 pst. av framleiðsluni komu frá varandi orku. 11 pst. frá vatni og 4 pst. frá vindi. Restin kom frá termisku verkunum.

Sama mánaða í fjør stóð varandi orka fyri 26,5 pst.

3 pst. minni

Samlaða elframleiðslan higartil í ár hevur verið 3,1 pst. minni enn somu tíð í fjør. 155.168 MWh ímóti 160.180 MWh.

Talan er um eina minking upp á 2,8 pst. í miðøkinum og 6,1 pst. í Suðuroy.

36,5 pst. av framleiðsluni higartil í ár koma frá vatni (31 pst.) og vindi (5,5 pst.) ella sløk sjey prosent meiri enn somu tíð í fjør.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking