Góð útlit eru fyri, at SEV kann fara undir Eiði 2 í ár. Sunda Kommuna og Sjóvar Kommuna hava givið byggiloyvi til ætlanina, og Friðingarnevndin í Eysturoyar Sýslu hevur somuleiðis givið sítt loyvi.
Avgerðin hjá friðingarmyndugleikunum í Eysturoynni kann kærast til Yvirfriðingarnevndina innan fýra vikur. Tá kærutíðin er farin, skal Yvirfriðingarnevndin taka endaliga støðu til málið.
Um Yvirfriðingarnevndin gevur sítt loyvi í summar, kann SEV fara undir at útbyggja vatnorkuna í Eysturoynni í heyst. Eiði 2 fevnir um at savna vatnið úr syðra parti av Eysturoynni í Eiðisvatn, og arbeiðið tekur væntandi fýra ár.
Umboðsnevndin hevur góðkent verkætlanina og játtað pengar til byggingina.
Tá Eiði 2 er tikið í nýtslu, verður vatnorkanframleiðslan í Eysturoynni tilsamans 56 GWt um árið.