Effo og SEV samstarva um løðistøðir

Effo og SEV samstarva um løðistøðir

Nú verður høgligari hjá elbilaeigarum at løða bilin. Effo og SEV hava gjørt avtalu um at seta upp tvær 150kW DC løðistøðir á Effo støðunum í ávikavist Skálafirði og Kollfjarðardali

“Vit hava avgjørt at seta 150kW DC løðistøðirnar upp á tveimum knútapunktum í meginøkinum, og eru fegin um at kunna samstarva við Effo um hetta”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV. “

Nýggju 150kW DC løðistøðirnar, sum avtalan millum Effo og SEV umfatar, og sum verða settar upp í vár, løða meira enn tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC skjótløðistøðir. Talið av elbilum í Føroyum økist, og fleiri av nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Hetta merkir, at við nýggju løðistøðunum verður tíðin at løða hesar bilar stytt munandi.

“Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið. Tí er tað natúrligt fyri okkum eisini at veita orku til elbilar, og vit fegnast um samstarvið við SEV um hetta”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking