100% grøn framleiðsla í Suðuroy og 90% grøn framleiðsla í meginøkinum tíma jarðarinnar
Árliga altjóða tiltakið Earth Hour – tími jarðarinnar – var í ár 23. mars kl. 20.30 – 21.30. Lagt verður upp til, at fólk sløkkja ljósið og eltól, og í stðain hugsavna seg um hvat hvør í sínum lag kann gera fyri umhvørvið.
Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja og í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør.
Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tímar jarðarinnar, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi.