Dýrari at goyma kjarnorkuburturkast

Kjarnorkuverkini í Svøríki skulu rinda fýra ferðir hægri avgjøld fyri kjarnorkuburturkast.

Geislatrygdarstovnurin í Svøríki ætlar at ferfalda avgjaldið, sum eigararnir av landsins kjarnorkuverkum rinda til grunnin, ið skal tryggja trygga goymslu av kjarnorkuburturkasti.

Orsøkin er, at Geislatrygdarstovnurin metir, at útreiðslurnar verða nógv størri enn væntað:

– Útrokningar okkara benda á, at avgjøldini eiga at verða økt úr 1 oyru/kWh í dag til uml. 3,7 oyru/kWh, sigur Peter Stoltz, búskaparfrøðingur hjá Geislatrygdarstovninum, í einum tíðindaskrivi sambært Teknisk Ukeblad.

Neyðugt

Hetta ber í sær eina útreiðsluhækking upp á tvær miljardir svenskar krónur - úr 800 miljónum í dag til 2,8 miljardir.

– Hetta er ein stór øking, men vit halda, at hetta er neyðugt, skal staturin sleppa undan at átaka sær útreiðslur, sum ídnaðurin eigur at bera, sigur Stoltz.

Geislatrygdarstovnurin hevur nærlisið útrokningar hjá kjarnorkuídnaðinum og er komin til ta niðurstøðu, at summar útreiðslur eru undirmettar.

Ósamd

Sambært almenna svenska útvarpinum tekur svenski kjarnorkuídnaðurin ikki undir við nýggju metingunum.

– Vit eru samd um, at útreiðslurnar verða størri enn fyrr mett, men ikki so stórar, sum myndugleikarnir hava roknað seg fram til, sigur Clas Thegerström í Svensk Kärnbränslehandtering, sum er eitt felag, ið kjarnorkuídnaðurin sjálvur eigur.

Thegerström sigur, at hetta fer at økja um útreiðslurnar og ávirka felagið.

Undirmettar útreiðslur

Kjarnorkufysikarin og leiðarin í norska felagnum Bellona, Nils Böhmer, heldur, at langtíðar útreiðslurnar av at goyma og tyrva kjarnorkuavfall hava verið undirmettar.

– Eg eri ikki bilsin um, at Svøríki nú ætlar at økja inngjaldið til henda grunnin. Sviar hava arbeitt mest av øllum við gransking og hava flestu royndirnar á hesum økinum, sigur hann við Teknisk Ukeblad.

Skal goymast í 100.000 ár

Pengarnir í Kärnavfallsfonden skulu millum annað brúkast til at goyma burturkastið í styttri og longri tíð. Millum annað er í umbúnað at byggja eina goymslu, har burturkastið skal kunna liggja í 100.000 ár, so tað hvørki verður til skaða fyri menniskju ella náttúru.

– Tað eru brúkararnir, sum í dag hava gagn av orkuni, ið rinda fyri goymsluna, sigur Böhmer.

Onnur eiga at gera tað sama

Hann heldur, at fleiri onnur lond eisini verða noydd til at hyggja nærri at goymsluútreiðslum sínum.

– Hava sviar undirmett sínar útreiðslur, er neyvan nakar ivi um, at hetta eisini ger seg galdandi í øðrum kjarnorkulondum.

Uppskotið hjá Geislatrygdarstovninum er nú úti til hoyringar í Svøríki. Hoyringarfreistin er úti 25. august. Svenska stjórnin tekur endaliga avgerð um avgjaldið.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking