Donsku orkuverkini skulu nú brúka biomassa ístaðin fyri kol

Ætlanin skal longu setast í verk í 2011 ella 2012 sum lið í royndunum at skerja CO2-útlátið við 2-3 mió. tonsum um árið.

Orkuverkini í stóru býunum í Danmark skulu brúka biomassa ístaðin fyri kol.

Tað sigur Lykke Friis, orkumálaráðharri, við Jyllands Posten.

Sambært ætlanunum hjá stjórnini verður longu næsta ár farið undir at skifta kolið út við biomassa (lívfrøðiligt tilfeingi) í Keypmannahavn, Aalborg, Esbjerg, Aarhus, Odense og í Tríkantsøkinum. Stjórnin vónar á henda hátt at kunna skerja danska CO2-útlátið við 3-5 prosentum.

- Ein stórur partur av ætlanini hjá stjórnini at gera okkum óheft av fossilum brennievnum, snýr seg um biomassa. Á henda hátt ætla vit at skerja CO2-útlát okkara við 2-3 mió. tonsum um árið, sigur Lykke Friis við Jyllands-Posten.

Hetta merkir, at danska nýtslan av biomassa skal økjast við 50 %, sum fyrst og fremst skal fáast til vega úr Baltikum, Russlandi og Kanada.

Orkumálaráðharrin sigur samstundis, at ætlanirnar skulu setast í verk skjótast gjørligt. Um ikki í 2011 so í øllum førum í 2012. Ætlanin er partur av samlaðu orkustrategiini hjá stjórnini, sum ráðharrin fer at leggja fram seinni í ár.

Letur seg væl gera

Sambært stjóranum í Dansk Energi, Lars Aagard, er talan um eina framsøkna verkætlan, sum bæði og lættliga kann umsetast til veruleika.

- Hetta er ein realistisk ætlan, tí orkuverkini bert skulu fremja smáar umbyggingar til tess at kunna fara frá koli til biomassa. Neyðugt verður hvørki at leggja nýggjar kaðalar ella byggja nýggjar transformatorstøðir, sum um útbygt varð við tildømis vindi. Tí kann hetta eisini fremjast uttan at áleggja brúkarunum eyka útreiðslur, sigur hann við Jyllands Posten.

Sambært blaðnum er tað eisini ætlanin hjá ráðharranum, at brúkararnir ikki skulu rinda nakað. Ríkiskassin ber útreiðslurnar av, at farið verður frá koli til biomassa.

Ætlanin fær tó ikki fulla undirtøku í Fólkatinginum. Eindarlistin heldur, at rættari er at dúva uppá vindmyllurnar og menning av nýggjari tøkni. Flokkurin stúrir fyri, at lívfrøðiliga tilfeingið verður ov dýrt, tí ov lítið er til av tí.

Best sum backup

Hesum sjónarmiðnum tekur forkvinnan í Veðurlagsnevndini hjá stjórnini, Katherine Richardson, undir við.

- Biomassi er ikki ein varandi loysn. Um 10-20 ár fer prísurin á biomassa at vera so høgur, at vit ikki fara at kunna fáa fatur á tí fyri tann prísin, vit vilja rinda. Ið hvussu er ikki, um vit vilja brúka tað sum høvuðs orkukeldu, sigur Katherine Richardson við Ritzau-tíðindastovuna.

Hon vísir á, at meginparturin av viðabulunum, sum í dag verða brúktir í donsku orkuhitaverkunum - 87 prosent - er innfluttur.

- Tí skulu vit ansa okkum við at dúva ov nógv og einvíst uppá biomassa í framtíðini. Vit skulu brúka tað sum back-up til aðrar orkukeldur, men vit kunnu ikki koma uttanum vindmyllur og aðrar alternativar orkukeldur, sigur Katherine Richardson.

Hon vísir eisini á, at sjálvt um stór orkuhitaverk eftir stuttari tíð leggja um til biomassa, so kunnu tey lættliga fara aftur til kol, tá prísurin á biomassa verður ov høgur.

- Vit kunnu fáa nakrar royndir nú við at skifta til biomassa, men biomassi er ein avmarkað orkukelda, sigur Katherine Richardson.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking