Donsku elprísirnir hækkaðir síðani liberaliseringina

Tað var eitt mistak at liberalisera danska elmarknaðin, tí prísirnir eru hækkaðir. Tað siga tveir professarar, sum hava kannað danska elmarknaðin, við blaðið Ingeniøren

Fría kappingin á danska elmarknaðinum hevur ikki havt við sær teir fyrimunir, sum fólk høvdu væntað frammanundan. Elprísirnir eru hækkaðir, og tað er ikki í tráð við upprunaligu ætlanina um, at frí kapping skuldi elva til lægri prísir. Sammanleggingar hava skapt stór elfeløg, sum stýra marknaðinum og prísunum.

Tað er niðurstøðan í eini kanning frá Tænketanken Ny Agenda, sum orkuprofessararnir Frede Hvelplund og Niels I. Meyer hava greitt úr hondum.

- Tað var eitt mistak at liberalisera. Okkara gamla danska skipan var munadyggari og hevði við sær lægri elprísir, sigur Frede Hvelplund við danska blaðið Ingeniøren.

Danski elmarknaðurin var frælsisgjørdur í 1999-2000, og síðani tá eru elprísirnir í Danmark - tá skattur og avgjøld ikki eru íroknað - hækkaðir 15 prosent fyri vinnulívið og 19 prosent fyri húsarhaldini.


Frede Hvelplund sigur, at tað er eitt mistak at viðgera orku á sama hátt sum einhvørja vøru.

Maibritt Solskov Lind ráðgevi hjá Dansk Industri vísir hesum aftur. Hon sigur, príshækkingarnar eru tekin um, at marknaðurin ikki riggar til fulnar, m.a. tí at ávís ES-lond ikki enn hava sett í verk ES-reglurnar á økinum, so streymurin kann flytast frítt um øll landamørk í ES.

Les meira á www.ing.dk


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking