Fyritøkur og elkundar í Danmark hanga ikki bert upp á eina miljardarokning til Dong Energy fyri Anholt-sjómylluparkina. Teir skulu eisini gjalda 1,3 mia. kr. til almenna netfelagið Energinet.dk.
Dong Energy hevur afturfyri at byggja Anholt-parkina tryggjað sær inntøkur fram til 2026 upp á 21 mia. kr., meðan kostnaðurin fyri at byggja parkina er mettur til 7 mia. kr. Vinningin upp á 14 mia. kr. gjalda elkundarnir.
Hóast miljardavinningin skal Dong ikki gjalda fyri, at sjómyllustreymurin kemur í land. Hesa rokningina hanga elkundarnir eisini upp á, skrivar Jyllands-Posten. Kostnaðurin er 1,3 mia. kr.
Gjalda tvær ferðir
- Sostatt rinda elkundarnir í roynd og veru tvær ferðir fyri Anholt-parkina, sigur Boe Carlslund-Sørensen, formaður í felagnum Sammensluttede Danske Energiforbrugere (SDE).
Hann er alt annað enn fegin um mannagongdina. Ikki minst tí at hon ger tað trupult hjá bæði elkundum og politikarum at finna útav, hvat parkin í grundini kostar fyritøkum og elkundum.
Felagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, heldur hinvegin onki løgið vera í, at ein útbygging av t.d. sjómylluparkum kasta miljardarokningar av sær, tí grøn orka kostar, sigur Lars Aagaard, stjóri í Danske Energi.
- Grøna broytingin kemur bert, um hon kastar pengar av sær. Fæst ikki meiri peningur burturúr grønari orku enn orku úr fossilum brennievnum, hendir ongin broyting, sigur Lars Aagard.
Er ikki bilsin
Hann leggur dent á, at hann als ikki er bilsin um, at Dong hevur fingið lovað 1,05 kr. fyri streymin frá Anholt-parkini, hóast marknaðarprísurin í dag liggur á umleið 0,35 kr.
Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, hevur higartil hildið fast um, at Dong-avtalan ber í sær ein rímiligan prís í mun til marknaðarstøðuna.
Hesum er Boe Carlslund-Sørensen ikki samdur í.
- Vindmylluætlanirnar hjá politikarunum minna mest um eitt sjálvtøkuborð, har rokningin altíð verður goldin av elkundunum. Soleiðis er tað, sigur SDE-formaðurin.