Donsku elkundarnir eru nøgdir við sítt elfelag.
Átta av tíggju siga, at tey eru sera væl nøgd ella nøgd við sítt elfelag. Og vitanin um, hvat elfelag tey hava, er eisini stór. Útivið 90 prosent siga seg vita, hvat elfelag tey hava.
Tað vísir ein kanning, sum felagsskapurin hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, hevur gjørt.
Nøgdin stór
Nøgdsemið við, at streymur er í kontaktini og ljósið tendrar hvørja ferð, er stór millum donsku elkundarnar. Meiri enn 80 pst. eru nøgd ella sera væl nøgd við sítt elfelag. Bert 5,4 pst. av teimum spurdu svara, at tey eru ónøgd ella sera ónøgd við sítt elfelag.
- Kanningin vísir okkum, at donsku elkundarnir í stóran mun stuðla sínum elfelagi og ta vøru, teir fáa. Liberialiseringin av elmarknaðinum hevur givið elkundunum støðugt størri møguleika at tillaga sína elnýtslu ella ta elvøruna og felagið, teir ynskja, men kortini gera fáir privatkundar sær dælt av hesum, sigur Kaspar Wederkinck Olesen, fjølmiðlaábyrgdarhavandi í Dansk Energi.
Kanningin vísir, at 91,7 pst. av dønum vita, at møguleiki er at skifta elveitaran út, men undirstrikar samstundis, at bert fá brúka henda møguleika. Bert 11 pst. hava skift elfelag ella elvøru, og rákið er tað sama um alt landið.
Hugsa ikki um streymnýtsluna
- Tað eru tey fægstu, ið hugsa um streymnýtsluna í gerandisdegnum. Tað er bert, tá ein hyggur at elrokningini, at hugsað verður um, hvørjir møguleikar eru, sigur Kaspar Wederkinck Olesen.
Dansk Energi hevur saman við fleiri øðrum aktørum á orkuøkinum stovnað Elpristavlen.dk, har tilber at samanbera elprísir og síggja ymsu úrdráttirnar hjá elfeløgunum.