Donsku elkundarnir mjólkaðir fyri miljardir

Fríi elmarknaðurin í Danmark er miseydnaður. Kostar kundunum 400 miljónir krónur um árið, vísir nýggj frágreiðing.

2,4 miljardir krónur hava donsku húsarhaldini goldið ov nógv fyri streymin síðstu seks árini, har tey hava havt møguleika fyri frítt at velja elveitara. Tað vísir ein frágreiðing, sum ráðgevingarhúsið Ea Energianalyse hevur gjørt fyri Energistyrelsen.

Sambært frágreiðingini rinda húsarhaldini 4-5 oyru ov nógv fyri kilowatttíman, hava tey ikki skift streymveitara ella til aðra vøru frá verandi elfelagi. Tað hevur bert umleið tíggjundi hvør dani gjørt, skrivar ing.dk.

Energitilsynet regulerar prísin, sum elfeløgini kunnu taka fyri streymin hjá teimum kundunum, ið ikki skifta felag. Men hetta virkar ikki í praksis, staðfestir Mikael Togeby í Ea Energianalyse.

Gagna ikki brúkarunum

- Reglurnar vórðu upprunaliga settar í gildi til tess at verja brúkararnar, men tíverri eru tær ikki til gagns fyri teir, sigur hann.

Eitt miðalhúski rindar 160 krónur um árið ov nógv til elfelagið. Haraftrat koma smáu vinnulívskundarnir, sum heldur ikki hava skift veitara.

Bara fyri eitt felag sum Dong er meirprísurin slakar 200 miljónir krónur um árið, tá teir verða taldir við. Mierprísurin, sum elfeløgini skava inn, svarar nøkulunda til tað, sum danir í fjør rindaðu í framleiðslustuðuli til allar vindmyllur og onnur varandi orkuverk í Danmark.

Sambært Mikael Togeby er tað í dag bæði roksut og trupult sjálvur at velja besta tilboðið upp á streym:

- Júst tí er tað ein trupulleiki, at reguleringin virkar so illa.

Stórar fyritøkur vinna

Stóru vinnararnir á fría elmarknaðinum eru stóru fyritøkurnar. Reinsað fyri inflasjón, hækkandi kolaprísir og CO2-kvotur er elrokning teirra fallin 16 pst., meðan hon hjá privatu kundunum er hækkað 21 pst. Í 1995 rindaðu privatu kundarnir ein triðing meira fyri streymin enn fyritøkurnar. Í dag er munurin vaksin til 70 pst.

- Elliberaliseringin er miseydnað. Beint ímóti, hvat ið lovað varð, eru prísirnir hækkaðir. Pengar eru rætt og slætt tiknir frá brúkarunum í hesum tíðarskeiðnum, sigur Martin Salamon, leiðandi ráðgevi í Brúkararáðnum.

- Tá ongin verulig kapping er millum elfeløgini, er ongin meining í at liberalisera.

Longu áðrenn elmarknaðurin fyri húsarhaldini varð sleptur leysur, helt Frede Hvelplund, professari á Aalborg Universiteti, lítið um ætlanina, sum hann skírdi 'noget bras', sum fór at hækka rokningina hjá húsarhaldunum.

- Eg havi ikki broytt meining síðani. Liberaliseringin var eitt mistak. Tá teir smáu brúkararnir skulu kappast við stóru ídnaðarkundarnar, koma teir smáu at gjalda gildið, sigur hann.

- Vit hava bara fingið eitt eyka lið við eini rúgvu av óneyðigum seljarum, sum skulu hava smør upp á breyðið, inn í myndina, leggur hann aftrat.

Elfeløgini fús at lurta eftir ráðum

Stjórin í felagsskapinum hjá donsku elfeløgunum Dansk Energi, Lars Aagaard, er fúsur at lurta eftir ráðum og ynskjum um nýggjar reglur fyri prísirnar hjá privatu kundunum. Hann vísir tó aftur, at elfeløgini skora alla eykarokningina, sum elkundarnir rinda. Ein partur fer til tryggingar ímóti príshækkingum, meðan kundarnir eru tryggjaðir sama prís ein ársfjórðing í senn.

- Gjaldingin og váðin skulu hanga saman, sigur hann.

Sambært Lykke Friis, orku- og veðurlagsmálaráðharra, skal fríi elmarknaðurin vera ein fyrimunur hjá húsarhaldunum.

- Tað er ónøktandi, at smáu brúkararnir ikki hava fingið fulla nyttu av liberaliseringini, sigur hon.

Orkumálaráðið ætlar at endavenda øllum málinum.

- Harumframt mæli eg brúkarunum til at skifta veitara og vøru, um ein er ónøgdur, sigur hon við ing.dk.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking