Donsku elkundarnir mistu brádliga seinnapartin einasta portalin, har teir kundu gera sær eina mynd av prísunum hjá elfeløgunum.
Áhugafelagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, hevur uttan ávaring latið almenna prísportalin Elpristavlen.dk. aftur, og ikki er greitt, nær hann letur upp aftur.
Afturlatingin hendi, eftir at fleiri fjølmiðlar í dag hava funnist at portalinum við somu grundgevingum, sum fakblaðið Ingeniøren gjørdi í juli. Tá skrivaði Ingeniøren, at elkundarnir verða bóndafangaðir av villleiðandi útrokningum.
Bikarið fleyt yvir
- Vit royna í bestu meining at vegleiða brúkararnar, og eg finni meg ikki í at verða skuldsettur fyri, at vit villleiða. Nú fleyt bikarið yvir, og so er best at lata aftur, sigur Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi.
Áhugafelagið hjá elfeløgunum rekur Elpristavlen saman við einum breiðum stýrisbólki, har millum annað Energistyrelsen og Forbrugerrådet eru umboðað.
Lars Aagaard sigur, at Elpristavlen skal umskipast, so endi kann fáast á kjakinum um metta árliga prísin. Funnist hevur verið at metingini, tí prísirnir á nøkrum streymvørum sveiggja í takt við heilsølumarknaðin.
- Fyribrigdið mettur árligur prísur verður tikið av, tí hann ørkymlar brúkararnar, og tað taka vit nú avleiðingarnar av, sigur Lars Aagaard.
Hann vil sleppa av við samanberingina millum vørur við einum føstum prísi á streyminum og vørur við einum variablum prísi.
Súreplir og perur
- Atfinningarnar snúgva seg um, at vit samanbera súreplir við perur. Vit kunnu ikki rokna allar prísir út á einum einføldum lista. Vit verða helst noydd at býta tað upp í vørusløg. So mugu brúkararnir sjálvir gera av, um teir vilja hava fastar ella variablar prísir, sigur stjórin.
Hann veit ikki, nær Elpristavlen letur upp aftur.
- Tað besta hevði sjálvandi verið, um hon kundi latið upp aftur beinanvegin. Men eg ætli mær ikki finna meg í at fáa álagt at senda eina vøru á gøtuna, um eg sjálvur havi eina kenslu í búkinum av, at tað ikki er nóg eftirfarandi, sigur Lars Aagaard.