Tey 93 donsku netfeløgini kunnu saktans skerja útreiðslur sínar við 2,4 mia. kr.
Tað er niðurstøðan hjá myndugleikanum á økinum, Energitilsynet, skrivar dagblaðið Børsen.
Eftirlitið ætlar tó at fara varliga fram mótvegis feløgunum, sum í hvør sínum parti av landinum hava einkarrætt at reka elnetið: Næstu fimm árini skulu tey skerja inntøkur sínar við 115 mio. kr., samstundis sum nýggj krøv verða sett teimum komandi árini.
- Vit siga: Tit hava góðar møguleikar fyri at betra tykkum, men tit kunnu ikki gera hetta eftir einum ári. So hvat er rætt og rímiligt? Vit hava gjørt av at geva tykkum fimm ár til hetta arbeiði. Og úti á marknaðinum kanst tú neyvan liva í fimm ár, um tú als ikki dugir at vera effektivur, sigur Finn Dehlbæk, varastjóri í danska Kappingar- og Brúkararáðnum, sum er avgreiðsludeild hjá Orkueftirlitinum.
Av teimum 93 netfeløgunum krevur eftirlitið inntøkurnar settar niður hjá teimum 85.
Miljónir at spara
Størstu eyðmýkingina fær ikki óvæntað nógv tann størsti leikarin í vinnuni, almenna Dong Energy, sum í felagnum Dong Energy Eldistribution skal fremja ein niðurskurð uppá 64 mió. kr. í inntøkunum næstu árini, svarandi til 7,5 pst.
Sambært Orkueftirlitinum hevur Dong Energy-felagið møguleikar at fremja effektiviseringar fyri meira enn 300 mió. kr.
Áhugafelagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, ivast tó í metingunum hjá Orkueftirlitinum, m.a. tí at tær bert byggja á data fyri eitt einstakt ár, sum merkir, at einstøk óvæntaði sveiggj í útreiðslunum kunnu fáa stórar avleiðingar í krøvunum hjá myndugleikunum um meira effektivan rakstur.
- Vit mála øll í mun til tey bestu. Spennið, ið er eftir, skulu tey royna at náa yvir fimm ár. Vit gera tað so frægt sum vit kunnu, men sjálvandi vilja tey minst effektivu siga, at vit ikki hava tikið hædd fyri øllum, sigur Finn Dehlbæk.