Donsk kommuna stovnar egið orkufelag

Marknaðurin flytir seg ikki nóg skjótt, og tí ætlar Randers kommuna at stovna sítt egna orkufelag, sum skal gera varandi orku.

Tá privatu veitingarfeløgini ikki taka seg saman í nóg stóran um, noyðist kommunan sjálv at taka um endan.

Soleiðis hugsa tey í Randers, har arbeitt nú verður við at stovna eitt kommunalt orkufelag, ið skal gera el og hita úr varandi orkukeldum.

- Endamálið er at fáa sett ferð á meiri framleiðslu av grønari orku, samstundis sum vit fáa skapt vøkstur her í umráðnum, sigur formaðurin í teknisku- og umhvørvisnevndini, Kasper Fuhr Christensen, við Randers Amtsavis.

Skal ikki nerva vanliga raksturin

Hann leggur tó dent á, at fíggjarliga grundarlagið skal vera í lagi.

- Vit hava møguleika at læna pening til slíkar verkætlanir, uttan at hetta nervar vanliga raksturin hjá kommununi, sigur hann.

Ætlanin er ikki, at felagið skal selja orku beinleiðis til brúkararnar. Hon skal ístaðin seljast á norðurlendska el-skálanum og haðani víðari til feløg sum t.d. lokala Verdo, sum fyrr kallaðist Energi Randers og var kommunal ogn.

Tekniska- og umhvørvisnevndin hjá Randers kommunu fer at viðgera málið nærri á sínum næsta fundi. Sambært Randers Amtsavis er tó ikki full undirtøka fyri ætlanini í býráðnum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking