Finski orkuídnaðurin hevur júst almannakunngjørt eitt fullfíggjað yvirlit yvir orkuavgjøld og meirvirðisgjald á orku í evropeisku londunum, Japan og USA.
Tað er alkunnugt, at mestsum allar tjóðir hava avgjøld á orku. Høvuðsendamálið er bæði at útvega inntøkur til ríkiskassan og at fáa umlagt orkuskipanina til at útleiða minni CO2 og dálkandi evni til nærumhvørvið.
Danir rinda mest
Finska greiningin vísir millum annað, at donsk húski rinda hægsta avgjaldið á streymi. Á øðrumplássi liggur grannalandið Svøríki.
Hinvegin rinda ídnaðarfyritøkurnar í Italia, Týsklandi og Hollandi nógv hægri orkuavgjøld enn danskar fyritøkur.
Meira um hetta á www.energia.fi